• Bøkur
    • Danskar bøkur
      • Handarbeiði
      • Matgerð
      • Skaldsøgur
      • Strik
      • Yrkisbøkur
      • Ævisøga
    • Enskar bøkur
      • Matgerð og handarbeiði
      • Ungdómsbøkur
  • Børn og ung
    • Barnabøkur
      • Ítrivsbók/heftir
      • Krabbabók
      • Krossfiskur
      • Myndabøkur
      • Smábarnabøkur
      • Teknirøðir
      • Ævintýr og sagnir
    • Børn og ung +10
    • Børn og ung +8
    • Sangbøkur til børn
    • Ungdómsbøkur
    • Yrkisbøkur til børn
  • Skúlabyrjan
    • Pennahúsar
      • uttan fyllu
      • Við fyllu
    • Ryggsekkir
    • Skriviamboð
      • Jumbo
    • Skúlataskur 0.-3. flokk
  • Føroyskar bøkur
    • Árbøkur
    • Átrúnaður og heimsspeki
      • Andaligar bøkur
      • Bíblian
      • Heimsspeki
      • Lestrabøkur v.m.
      • Sang- og sálmabøkur
    • Bókmentir og bókmentasøga
    • Fagrar bókmentir
      • Krimi
      • Kvæði og tættir
      • Skaldsøga
      • Stuttsøgur
      • Yrkingar
    • Fagurbókmentir
      • Skaldsøgur
    • Ítriv
      • Ítróttur og spøl
    • List
      • Byggifrøði og formlist
      • Filmur
      • Myndabøkur - Føroyar
      • Sjónleikur
      • Tónleikur og dansur
      • Verk hjá einstøkum listamonnum
    • Ritsøvn, tíðarrit & handbøkur
    • Skúlabøkur
      • Djór
      • Ferðasøgur - Landalæra
      • Ferðslulæra
      • Landafrøði
      • Lívfrøði, plantu- og djórafrøði
      • Mál og Mentan
      • Náttúrufrøði
      • Orðabøkur
      • Rokning, stødd-, alis- og evnafrøði
      • Skriving
      • Skúlamál og útbúgving
      • Uppæling, frálæra og umsorgan
    • Søga og Samfelag
      • Bygdasøgur
      • Fólkaminni
      • Føroysk søga
      • Samfelag
      • Siglingarsøga
      • Søga
      • Ævisøgur
    • Yrkisbøkur
      • Fiskivinna, aling, landbúnaður og ídnaður
      • Heilsa
      • Matgerð og handarbeiði
      • Yrkisgreinir
    • E‑bøkur
      • Átrúnaður og list
      • Børn og ung
      • Endurminningar
      • Fakbøkur
      • Greinasavn
      • Leikrit
      • Norrønar bókmentir
      • Psykodrotningin
      • Skaldsøgur
      • Stuttsøgur
      • Søga
      • Týddar til onnur mál
      • Undirvísingartilfar
      • Ymsar útgávur
      • Yrkingar
  • Kreativt
    • Krúss/koppar
    • Leikur
    • Litir
    • Litir - børn
    • Matgerð
    • Perlur og tilhoyr
    • Plakatir
    • Silk clay & foam clay
    • Teknibøkur
  • Spøl
    • Borðspøl - barnaspøl
    • Borðspøl - Familjuspøl
    • Borðspøl - Vaksin
    • Kortspøl
    • Putlispøl
  • Skrivstovulutir
    • Kalendari
    • Skriviblokkar
EN
  • Bøkur
    • Danskar bøkur
      • Handarbeiði
      • Matgerð
      • Skaldsøgur
      • Strik
      • Yrkisbøkur
      • Ævisøga
    • Enskar bøkur
      • Matgerð og handarbeiði
      • Ungdómsbøkur
  • Børn og ung
    • Barnabøkur
      • Ítrivsbók/heftir
      • Krabbabók
      • Krossfiskur
      • Myndabøkur
      • Smábarnabøkur
      • Teknirøðir
      • Ævintýr og sagnir
    • Børn og ung +10
    • Børn og ung +8
    • Sangbøkur til børn
    • Ungdómsbøkur
    • Yrkisbøkur til børn
  • Skúlabyrjan
    • Pennahúsar
      • uttan fyllu
      • Við fyllu
    • Ryggsekkir
    • Skriviamboð
      • Jumbo
    • Skúlataskur 0.-3. flokk
  • Føroyskar bøkur
    • Árbøkur
    • Átrúnaður og heimsspeki
      • Andaligar bøkur
      • Bíblian
      • Heimsspeki
      • Lestrabøkur v.m.
      • Sang- og sálmabøkur
    • Bókmentir og bókmentasøga
    • Fagrar bókmentir
      • Krimi
      • Kvæði og tættir
      • Skaldsøga
      • Stuttsøgur
      • Yrkingar
    • Fagurbókmentir
      • Skaldsøgur
    • Ítriv
      • Ítróttur og spøl
    • List
      • Byggifrøði og formlist
      • Filmur
      • Myndabøkur - Føroyar
      • Sjónleikur
      • Tónleikur og dansur
      • Verk hjá einstøkum listamonnum
    • Ritsøvn, tíðarrit & handbøkur
    • Skúlabøkur
      • Djór
      • Ferðasøgur - Landalæra
      • Ferðslulæra
      • Landafrøði
      • Lívfrøði, plantu- og djórafrøði
      • Mál og Mentan
      • Náttúrufrøði
      • Orðabøkur
      • Rokning, stødd-, alis- og evnafrøði
      • Skriving
      • Skúlamál og útbúgving
      • Uppæling, frálæra og umsorgan
    • Søga og Samfelag
      • Bygdasøgur
      • Fólkaminni
      • Føroysk søga
      • Samfelag
      • Siglingarsøga
      • Søga
      • Ævisøgur
    • Yrkisbøkur
      • Fiskivinna, aling, landbúnaður og ídnaður
      • Heilsa
      • Matgerð og handarbeiði
      • Yrkisgreinir
    • E‑bøkur
      • Átrúnaður og list
      • Børn og ung
      • Endurminningar
      • Fakbøkur
      • Greinasavn
      • Leikrit
      • Norrønar bókmentir
      • Psykodrotningin
      • Skaldsøgur
      • Stuttsøgur
      • Søga
      • Týddar til onnur mál
      • Undirvísingartilfar
      • Ymsar útgávur
      • Yrkingar
  • Kreativt
    • Krúss/koppar
    • Leikur
    • Litir
    • Litir - børn
    • Matgerð
    • Perlur og tilhoyr
    • Plakatir
    • Silk clay & foam clay
    • Teknibøkur
  • Spøl
    • Borðspøl - barnaspøl
    • Borðspøl - Familjuspøl
    • Borðspøl - Vaksin
    • Kortspøl
    • Putlispøl
  • Skrivstovulutir
    • Kalendari
    • Skriviblokkar
FO EN
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/14001-14200/ad9d845bcc3689b34e9e05f184965f6809b9d525_w_h_fS.jpg" class="">

    Hesar bøkur seldu mest í 2023

    Skrivað hevur Bjørk
    Útgivið tann 22.01.2024
    Tíðindabólkar Tíðindabólkur FO
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Eins og undanfarin ár, kom ein rúgva av føroyskum bókum út í 2023 til allar aldursbólkar: børn, ung og vaksin. Og aftur í ár kunnu vit staðfesta, at føroyingar keypa og lesa føroyskt.Um hugt verður eftir mest seldu føroysku bókunum til vaksin, sær metsølulistin fyri 2023 soleiðis út: 1. Hvíldarheimið2. Sára Malena3. Lygn4. Kampen om ytringsfriheden5. Søtt og salt6. Reyn, kæra Reyn7. Petur Mohr Dam8. Góðaráð9. Robert 10. Føroysk klæðir Mest selda bók síðsta ár var krimibókin Hvíldarheimið, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Bókin er um Hannis Martinsson, sum fleiri føroyingar eru komnir at kenna gjøgnum bøkurnar hjá Jógvani ella sjónvarpsrøðina TROM. Næsta bók á listanum er nýggja bókin hjá Sólrúni Michelsen, sum hevur skrivað skaldsøgu um Sáru Malenu. Sára Malena var løgd undir at duga gand, og var tí happað og útihýst úr samfelagnum. Triðja bókin á listanum, Lygn, líka sum bókin hjá Jógvani ein krimibók. Eyðun Klakstein hevur skrivað bókina. Ein donsk bók er komin á føroyska listan í ár, og tað er Kampen om ytringsfriheden. Sjálvt um bókin er donsk, so er rithøvundurin, Heini í Skorini, føroyingur. Annars er listin fyri 2023 væl blandaður við skaldsøgum, ævisøgum, siðsøgu og kókibókum. Um hugt verður eftir mest seldu føroysku barnabókunum, sær listin soleiðis út: 1. Skúlabyrjan2. Fantus – fílur og maskinurnar3. Míni fyrstu orð4. Bókin um teg5. Karius og Baktus6. Mumi – fyrstu 100 orðini7. Dinosauravinir – skattaveiðan8. Nissu Njál flytur inn9. Søgur til dreingir sum tora at vera øðrvísi10. Djór á bóndagarðinum Ovast á listanum er Skúlabyrjan, sum eru heftir serliga ætlað børnum sum eru fimm og eldri. Við hesum heftum lærir barnið millum annað heilt grundleggjandi støddfrøði og at skriva tøl og bókstavir. Annars er listin væl blandaður við nýggjum bókum (Nissu Njál flytur inn, Skattaveiðan og Dreingir sum tora at vera øðrvísi) og eldri bókum (Skúlabyrjan, Bókin um teg og Karius og Baktus).   (Trýst á myndina fyri at síggja allan listan)
    Les meira »
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/13801-14000/188a5072d097dee0a8ec98480f3995f6fac53957_w_h_fS.png" class="">

    Fullkomna savnið av undursomum listum, talvum, kortum og øllum, sum hevur við gand at gera!

    Skrivað hevur Bjørk
    Útgivið tann 11.09.2023
    Tíðindabólkar Tíðindabólkur FO
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Harry Potter gandaálmanakkin er ein framúrskarandi granskan av gandaheiminum, og vendir sær til ungar fjepparar, sum fara sína fyrstu ferð til Hogwarts, samstundis sum stuttligir loynidómar eisini eru krógvaðir í bókini, og ein rúgva av smálutum eru at leggja merki til fyri serkønu lesararnar. Harry Potter gandaálmanakkin er ein fantastiska flott skreytútgáva, ið egnar seg væl sum gávubók, sum heilt vist verður dýrmett í nógv ár frameftir. Við støði í upprunaligu bókunum hjá J.K. Rowling er hesin Gandaálmanakkin alneyðugur sum eitt visuelt uppslagsverk við talvum, listum og gandasmálutum, eitt yvirlit yvir gandað ting, ótrúligar matvørur, undranarverdar plantur og undursom djór úr gandaheiminum. Í sjey stórslignum kapitlum kunnu lesarar læra meira um høgt elskaðar persónar, endurliva yndisløtur, læra um eiðir og svørjingar, leita eftir fjaldum loynidómum og villast inni í Hogwarts og har um vegir. Frá flokkingarhattinum til rúnaristing, alt finnur tú her. Bókin inniheldur myndir eftir sjey gávaðar myndprýðarar ymsastaðni frá í heiminum – Peter Goes, Louise Lockhart, Weitong Mai, Olia Muza, Pham Quang Phuc, Levi Pinfold og Tomislav Tomić – hvørt listafólk lýsir gandaheimin hjá J.K. Rowling á sín egna serstaka hátt.
    Les meira »
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/13601-13800/5958e6b1918727116befab2d456067c7164f0ade_w_h_fS.jpg" class="">

    Metsølulistin fyri føroysku bøkurnar í 2022

    Skrivað hevur Tróndur
    Útgivið tann 02.01.2023
    Tíðindabólkar Tíðindabólkur FO
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Enn eitt bókaár er farið afturum, og vit kunnu enn einaferð staðfesta, at føroyingar keypa og lesa nógv føroyskt.Mest selda bókin í 2022 var syrgiliga ævisøgan hjá Leivi Hansen um Deanu, sum hvarv í Grønlandi í 1966. Á øðrum plássi er nógv umrødda æviskaldsøgan Saga JAM hjá Høgna Mohr. Og á triðja plássi liggur føroyski krimikongurin, Jógvan Isaksen, við bókini Halgigripaskrínið. Metsølulistin fyri føroysku bøkurnar í 2022 er hesin:1. Deana (Leivur Hansen)2. Saga JAM (Høgni Mohr)3. Halgigripaskrínið (Jógvan Isaksen)4. Urtagarðsbókin (Búgvi Róin & Anette Sonne)5. Bumbuatsóknin (Hans Andrias Sølvará)6. Skakandi tilburðir 17 (John S. Myllhamar)7. Føroysk orðatøk (Páll Isholm)8. Mín lívsleið (Høgni Waag Høgnesen)9. Reynsatindur og Olaf í Garðastovu (Birgir Waag Høgnesen)10. Góðaráð (Jonhild Henriksen) Tað er bara ein bók á metsølulistanum, sum ikki bleiv útgivin í 2022. Tað er Góðaráð, sum varð útgivin fyrstuferð í 1987, og sum við tíðini er blivin ein klassikari innan fyri føroyskar kókibøkur.
    Les meira »
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/13401-13600/76fb1c27ce2b77609c56a788d99ebc70b9034a3b_w_h_fS.jpg" class="">

    Rit & Rák á Bókamessu í Frankfurt

    Skrivað hevur Kári Árting
    Útgivið tann 28.10.2022
    Tíðindabólkar Tíðindabólkur FO
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Í síðstu viku var víðagitna Bókamessan í Frankfurt. Messan er tann størsta í heiminum,  Sjálvt um messan var munandi minni enn hon var undan koronakreppuni, so vóru smá 200.000 yrkisfólk og vitjandi á 4000 básum á messuni. Vit eru við fyri fyri at hyggja eftir hvar rørir seg í bókaheiminum, vit hitta tey sum vit vanliga keypad frá og vit finna nýggjar veitarar, men ikki minst er eisini ein altjóða bókhandlarráðstevna í EIBF, altjóða bókhandlarafelagnu,  har Rit & Rák er limur, har vit hitta kollegar úr øllum heiminum.  Avbjóðingarnar eru ofta tær somu, líkamikið hvar tú rekur ein bókhandil. Føroyski básurin, sum Farlit skipar fyri smæðist ikki burtur millum hinar. Har hava vit eisini møguleika at bjóða til fundar. Ein av stóru løtunum var tá Voldemyr Zelinski helt talu fyri bókhandlarum og forleggjarum. Boðskapurin var sum væntað, at vit máttu ikki lata ein einaræðisharra ræða  okkum at hugsa og liva sum fræls menniskju.  At heita á politikarar og vinnulívið um at gevast at samstarva við Russland til landið gevst við sínum álopum á sínar grannar.  
    Les meira »
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/13001-13200/6e78ff37eada8a7e88a5baee731f1f29dbfb2d0e_w_h_fS.jpg" class="">

    Hvussu heit er sólin?

    Skrivað hevur Tróndur
    Útgivið tann 14.08.2021
    Tíðindabólkar
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Sólin er sera heit. Á yvirflatuni er hon 5500 C⁰ og kjarnan er heili 15.000.000. C⁰.
    Les meira »
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/12601-12800/407d92d41e9739a7d8c587247dc35365f497f298_w_h_fS.jpg" class="">

    Nýggjar bøkur í februar

    Skrivað hevur Sólvá
    Útgivið tann 26.02.2021
    Tíðindabólkar
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Umframt útgávuna av kvæðasavninum Vinmenn og framhaldið av bókini Dinosauravinir eru hesar tær fyrstu bøkurnar hjá Bókadeildini í 2021: Gigga etur breyðflís, Eg geri joga, Alva og Lias, Ein beiggi ov nógv, Træhúsið í 91 hæddum og Men hvat hendi við tær? Fittligar smábarnabøkur, fjákutar bøkur til stór børn, ein grafisk skaldsøga til ung, og ikki minst ein upprunaføroysk bók eftir Elsubeth M. Fossádal. Les meiri um bøkurnar niðanfyri.    Gigga etur breyðflís Gigga er farin at vitja ommu. Har býr hundurin Labbi. Gigga fær eina breyðflís. Labbi vil eisini hava! Ein fitt pappbók um at deila. Ingrid Olsson skrivaði, og Charlotte Ramel myndprýddi. Bókin er ein pappbók við 20 síðum og er til tey umleið 0-1 ára gomlu. 110,-   Eg geri joga Við hesi fyrstu bókini um joga kunnu tit læra, hvussu stuttligt tað er hjá børnum og vaksnum at gera joga saman. Strekkið, andið og stuttleikið tykkum við venjingum, sum eru gjørdar til at stimbra, styrkja og fáa barnið at slappa av. Colette Bruce og Sally Beets skrivaðu, og Ailie Busby myndprýddi. Bókin er ein pappbók við 32 síðum og er til tey umleið 2-3 ára gomlu. 125,-   Alva og Lias Ein fitt og upprunaføroysk myndabók við søgum og fakta eftir rithøvundin og læknan Elsubeth M. Fossádal. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt. Í bókini eru tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias.  Aftan á hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni: hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um vit brenna okkum. Bókin er innbundin, 52 síður og til tey umleið 4-6 ára gomlu. 148,-   Ein beiggi ov nógv Ein tekstbók við einstøkum myndum, sum snýr seg um Sáru, ið ikki orkar at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Tá fær hon eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt. Linde Hagerup skrivaði, Jens A. Larsen Aas myndprýddi, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er heft, 168 síður og til tey umleið 6-9 ára gomlu. 184,-   Træhúsið í 91 hæddum Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 91 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Nú hevur træhúsið fingið eina kavbáta-tvíflísa-sølubúð, sum selur tvíflísar líka stórar sum kavbátar, heimsins sterkastu melduródn, og nógv afturat. Tíbetur er nógv stuttligt at gera í træhúsinum, tí Andy og Terry noyðast knappliga at vera daddur hjá smáu abbabørnunum hjá harra Stór Nøs í ein heilan dag. Men heilt erligt, hvussu trupult kann tað vera? Andy Griffiths skrivaði, Terry Denton myndprýddi, og Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bókin er heft, 350 síður og til tey umleið 9-12 ára gomlu. 149,-   Men hvat hendi við tær? Jóhanna er øðrvísi enn hini í familjuni. Hini eru kløn, meðan Jóhanna er stór. Jóhanna vil vera ósjónlig, men øll síggja hana. Serliga plágurnar í skúlanum. So skjóta foreldrini upp, hvussu hon kann loysa trupulleikan. Hon kann fáa 100 krónur fyri hvørt kilo, hon lætnar. Jóhanna góðtekur avtaluna, og hon lætnar meir og meir. Men verður hon glaðari? Ein grafisk skaldsøga til børn, sum eru 13 ár og eldri. Børn, sum stríðast við etingarólag, verða biðin um at lesa bókina saman við einum vaksnum. Jenny Jordal skrivaði, Jenny Jordal myndprýddi, og Hildigunn Niclasen týddi úr norskum. Bókin er heft og 210 síður long.   248,-
    Les meira »
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/12601-12800/bee46e52edfc475eb9427e4702a921a3350ae1d3_w_h_fS.jpg" class="">

    Barnabøkurnar í februar

    Skrivað hevur Sólvá
    Útgivið tann 11.02.2021
    Tíðindabólkar
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Nýggjar bøkur í februar Umframt útgávuna av kvæðasavninum Vinmenn og framhaldið av bókini Dinosauravinir eru hesar tær fyrstu bøkurnar hjá Bókadeildini í 2021: Gigga etur breyðflís, Eg geri joga, Alva og Lias, Ein beiggi ov nógv, Træhúsið í 91 hæddum og Men hvat hendi við tær? Fittligar smábarnabøkur, fjákutar bøkur til stór børn, ein grafisk skaldsøga til ung, og ikki minst ein upprunaføroysk bók eftir Elsubeth M. Fossádal. Les meiri um bøkurnar niðanfyri.    Gigga etur breyðflís Gigga er farin at vitja ommu. Har býr hundurin Labbi. Gigga fær eina breyðflís. Labbi vil eisini hava! Ein fitt pappbók um at deila. Ingrid Olsson skrivaði, og Charlotte Ramel myndprýddi. Bókin er ein pappbók við 20 síðum og er til tey umleið 0-1 ára gomlu. 110,-   Eg geri joga Við hesi fyrstu bókini um joga kunnu tit læra, hvussu stuttligt tað er hjá børnum og vaksnum at gera joga saman. Strekkið, andið og stuttleikið tykkum við venjingum, sum eru gjørdar til at stimbra, styrkja og fáa barnið at slappa av. Colette Bruce og Sally Beets skrivaðu, og Ailie Busby myndprýddi. Bókin er ein pappbók við 32 síðum og er til tey umleið 2-3 ára gomlu. 125,-   Alva og Lias Ein fitt og upprunaføroysk myndabók við søgum og fakta eftir rithøvundin og læknan Elsubeth M. Fossádal. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt. Í bókini eru tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias.  Aftan á hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni: hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um vit brenna okkum. Bókin er innbundin, 52 síður og til tey umleið 4-6 ára gomlu. 148,-   Ein beiggi ov nógv Ein tekstbók við einstøkum myndum, sum snýr seg um Sáru, ið ikki orkar at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Tá fær hon eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt. Linde Hagerup skrivaði, Jens A. Larsen Aas myndprýddi, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er heft, 168 síður og til tey umleið 6-9 ára gomlu. 184,-   Træhúsið í 91 hæddum Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 91 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Nú hevur træhúsið fingið eina kavbáta-tvíflísa-sølubúð, sum selur tvíflísar líka stórar sum kavbátar, heimsins sterkastu melduródn, og nógv afturat. Tíbetur er nógv stuttligt at gera í træhúsinum, tí Andy og Terry noyðast knappliga at vera daddur hjá smáu abbabørnunum hjá harra Stór Nøs í ein heilan dag. Men heilt erligt, hvussu trupult kann tað vera? Andy Griffiths skrivaði, Terry Denton myndprýddi, og Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bókin er heft, 350 síður og til tey umleið 9-12 ára gomlu. 149,-   Men hvat hendi við tær? Jóhanna er øðrvísi enn hini í familjuni. Hini eru kløn, meðan Jóhanna er stór. Jóhanna vil vera ósjónlig, men øll síggja hana. Serliga plágurnar í skúlanum. So skjóta foreldrini upp, hvussu hon kann loysa trupulleikan. Hon kann fáa 100 krónur fyri hvørt kilo, hon lætnar. Jóhanna góðtekur avtaluna, og hon lætnar meir og meir. Men verður hon glaðari? Ein grafisk skaldsøga til børn, sum eru 13 ár og eldri. Børn, sum stríðast við etingarólag, verða biðin um at lesa bókina saman við einum vaksnum. Jenny Jordal skrivaði, Jenny Jordal myndprýddi, og Hildigunn Niclasen týddi úr norskum. Bókin er heft og 210 síður long. 248,-
    Les meira »
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/12401-12600/9a0f2cd1ea06a956745c4a51f7c4822c55072a7f_w_h_fS.jpg" class="">

    Bókasølan: ein vøkstur á 10% í 2020

    Skrivað hevur Sólvá
    Útgivið tann 07.01.2021
    Tíðindabólkar
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Hóast 2019 var eitt óvanliga gott bókaár, so lá vøksturin av bókasøluni á 10% í 2020. Stóra Føroyska Bókaútsølan var í apríl mánaði, so hetta er ein partur av vøkstrinum, men annars so økja vit bókasøluna í fleiri av mánaðunum, sigur Kári Árting, stjóri í Rit&Rák til spurningin, hvussu var við bókasøluni í 2020.  Bæði Góðaráð og Karius og Baktus eru higartil komnar út í seks útgávum, og megnaði Góðaráð at gerast ein av best-seljandi bókunum í 2020. - Í seinasta ársfjórðingi seldu vit meira enn 750 ymiskar bøkur á føroyskum, men av hesum var ein triðingur av titlunum seldur í einum eintaki. Kári Árting sigur, at bókasølan á nethandlinum ritograk.fo setti met, bæði í mars/apríl, tá handilin var stongdur av Corona og í so aftur í desember. - Men enn er sølan á netinum ein brotpartur av tí, sum hon er í handlinum, sigur Kári Árting.
    Les meira »
  • Ease Template Warning: template variable "imageHeight" not found in "this.imageHeight"
    /upload/cache/images/12401-12600/d58a7aa4317ef15abdc8ae9a5cec0f0223fab6e3_w_h_fS.jpg" class="">

    2020: Árið ið fór, í bókum

    Skrivað hevur Sólvá
    Útgivið tann 06.01.2021
    Tíðindabólkar
    Ease Template Warning: template variable "truncateLength" not found in "this.truncateLength"
    Vit hava forvitnast og kanna hvørjar føroyskar bøkur seldu mest gjøgnum tað undrunarverda árið 2020, og her hava vit listan yvir tíggju tær mest seldu bøkurnar gjøgnum árið ið fór. 1.    Paranoia - Jógvan Isaksen 2.    Heimabakstur og Ítriv - Ranvá Knudsen 3.    Skakandi tilburðir 15 4.    Fjallanøvn í Føroyum - Eivind Weihe 5.    5 minuttir long ævintýr 6.    Ein annar er gull - Sólrún Michelsen 7.    Millum fjals og fjøru - Jógvan Arge 8.    Sum rótskot - Marjun Syderbø Kjelnæs 9.    Ein táttur er silvur - Sólrún Michelsen 10. Ketilostur, maðurin umborð og putursukurveðrar - Jóan Pauli Joensen   Eisini er tað nevnivert at uppskriftabókin Góðaráð, eftir Jonhild Henriksen, sum frá fyrstan tíð kom út í 1987, aftur í ár gjørdist ein av best-seljandi bókunum. Góðaráð er nú komin út í seks útgávum.   GG. Topplistin er gjørdur út frá søluni í Rit & Rák í tíðarskeiðinum 1/1/20 – 31/12/20
    Les meira »
RIT & RÁK   FO-100 TÓRSHAVN   FAROE ISLANDS
TEL +298 60 30 30
FAX +298 60 30 31
  • Tín trygd
  • Treytir
  • Dátuvernd
  • Samband
Rita inn